Útgávukonsert við Blátt Gras í Libanon fríggjakvøldið

Mentan08-11-2018 - 19:05 - Jóanis Albert Nielsen

Fríggjakvøldið 9. novembur kl. 21 verður konsert við bólkinum Blátt Gras í Libanon í Sørvági. Tað er í sambandi við at bólkurin júst hevur latið nýggja fløgu úr hondum, at konsertir eru um landið, og nú verður endiliga konsert ”á heimavølli”, sum limirnir í bólkinum gleða seg serliga til.

Eyðkendi stílurin hjá bólkinum gongur aftur í hesi útgávuni. Serliga er tað íblásturin frá „bluegrass“, sum upprunaliga kom úr amerikansku suðurstatunum, og so akkustiska ljóðmyndin við ljóðførum sum mandolin, violin, banjo, dobro og munnhørpu.

Fleiri av løgunum á fyrru fløguni hava verið nógv at hoyrt í okkara útvarpsrásum. Í 2015 vann lagið „There is room at the table“, FMA tónleikavirðisløn sum „ársins sangur“ innan fólka-, country- og blues tónleik.

Teir ið manna bólkin Blátt Gras eru Ragnar Joensen, Johan Mikkelsen, Terje Johannesen, Jarnhold Nattestad og Richard Johansen. Teir skriva sjálvir øll løgini og allar tekstirnar.