Útgáva nr. 15 av Miðnámsrit

Mentan26-01-2018 - 08:07 - Jóanis Albert Nielsen

Um blaðið

Afturmelding frá lærara til næmingar kann vera ein drívmegi í læringini. Men um tað skal eydnast, skal hon fáa næmingin at hugsa og geva honum meiri arbeiði, enn lærarin hevur havt av henni.

Fráfallið á føroyskum miðnámi er stórt, samanborið við onnur lond. Ein orsøk kann vera, at skúlin ikki dugir nóg væl at rúma næmingum við serligum fortreytum.

Lestrar- og vinnuvegleiðing á miðnámi byrjaði í 1974. Í nógv ár snúði hon seg nógv um at kunna um møguleikar í Føroyum og uttanlands. Men nú er vegleiðing um persónlig viðurskifti hjá næmingunum størsti parturin av vegleiðingini á miðnámi.

Fólkaheilsuráðið skrivaði søgu í frágreiðing frá 2017, tá ið tað ávaraði um vandan við at sita ov nógv framman fyri skíggjum. Ein av vandabólkunum eru miðnámsskúlanæmingar.

Nýggjársaftan 2017 kom landsstýrismaðurin í mentamálum við uppskoti um málmenning hjá børnum. Í 2013 vísti kanning, at 80% av tilfari á miðnámi er á donskum, men enn er einki nýbrot hent viðvíkjandi málmenning á miðnámi.

Spurningurin, hvussu vit skulu geva næmingum met, er óheppin. Heldur áttu vit at spurt, hví vit geva met, tí tað kundi fingið okkum at endurskoðað ta skaðiligu siðvenjuna at geva næmingum met, meðan teir enn eru í ferð við at læra.

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson