Útflutningurin vaks í virði og minkaði í nøgd

vinna18-05-2017 - 15:32 - Jóanis Nielsen

 Útflutningurin fyrsta ársfjórðing í ár var 2,2 mia. kr. Tað eru 250 mió. kr. meir enn í fjør. Vøksturin er serliga í makreli og sild. Fyri svartkjaftin er minni útflutt, bæði í nøgd og virði. Útflutningurin av laksi er vaksin í virði, meðan nøgdin er minkað nakað. Størsta minkingin er í fiskaúrdráttum, harí serliga av fiskamjøli.