Útbygging av Alvalon

Mentan20-03-2019 - 19:36 - Jóanis Albert Nielsen

Ein av kjarnuuppgávunum hjá eini kommunu er at nøkta tørvin á barnaansingarplássum. Tá ið barnagarðurin Alvalon lat upp í 2006, var hildið, at hann fór at nøkta okkara tørv nógv ár fram í tíðina. Men hetta seinasta árið hava vit staðfest, at tað er sera tronligt í Alvalon, og at neyðugt verður at byggja út.

Síðstu tveir mánaðirnar hevur teknistovan WestTech saman við einum fylgibólki, mannaður av starvsfólki á dagstovnaøkinum og politikkarum, arbeitt við einum uppskoti um uppíbygging. Á bygdaráðsfundinum síðst í februar mánað var samtykt at taka av tilboði frá teknistovuni um heildarprosjektering av góðkenda skitsuuppskotinum.

Á niðastu hædd verður ein barnagarðsstova, á miðhæddini verða tvær vøggustovur og á ovastu hædd verða høli til fundarvirksemi og annað.

Sørvágs kommuna.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=EhYBh8iKPt0]