Sørvágs kommuna: Útbjóðing vøggustovan

Lýsing23-02-2021 - 16:34 - Jóanis Albert Nielsen

 Í samband við at Sørvágs kommuna fer undir útbygging av barnaansingini í Sørvági, verður nýggj vøggustova hervið boðin út, í almennari lisitatión, samsvarandi galdandi reglum.

 

Talan er um høvuðsarbeiðstøku.

 

Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til Westtech Sp/f, t-postur: 

 

wt@wt.fo

 

Tilboð í afturlatnum brævbjálva merktur “Vøggustova”, skulu vera skrivstovuni hjá Sørvágs kommunu, Varðagøta 8 FO-380 Sørvág, í hendi seinast mikudagin 07 apríl kl. 1300.

 

Lisitatiónin verður sama dag kl. 1305, har teir bjóðandi hava møguleika fyri at verða hjástaddir.

 

Sørvágs kommuna tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomin tilboð ella ongum at taka av.