Úrvalsstuðulin verður latin í morgin

ítróttur02-01-2020 - 10:45 - Jóanis Nielsen

Í morgin, fríggjadagin 3. januar, verður úrvalsstuðulin fyri 2020 handaður í ÍSF húsinum.

Á sjeynda sinni verður úrvalsstuðul latin sersambondum og íðkarum við tí fyri eyga at hækka støðið á føroyskari úrvalsítrótt, soleiðis at flest møguligt náa altjóða støði.

Upphæddin, sum verður latin í úrvalsstuðli í ár, er hin hægsta nakrantíð.

Stuðulin fyri 2020 verður handaður í ÍSF húsinum fríggjadagin 3. januar 2020 kl. 15. Jenis av Rana, landsstýrismaður við ítróttarmálum tekur lut í handanini. Tiltakið er alment.