Úrslit av bogaskjótikapping um vikuskiftið

ítróttur11-12-2017 - 10:20 - Jóanis Nielsen

Um vikuskiftið skipaði Bogaskjótifelagið Vágaskot fyri kappingum í Miðvági. Leygardagin skutu børn/ung 12 metur og sunnudagin skutu tey vaksnu 18 metur.

Børn/ung

8 skjúttar vóru til kapping, 1 compound og 7 recurve.

Úrslitini vóru hesi:

Compound:

Aleksandur Leitisstein (Ø) – 258 + 270 = 528

Recurve:

Regin Lützen (T) 239 + 239 = 478

Tóra Dinna Reynskor (V)237 + 236 = 473

Baldur Unason (V) 237 + 228 = 465

Eigil Oddmarsson (V) 228 + 224 = 452

Høgni Á Plógv (V) 228 + 220 = 448

Fríða Rein (T) 220 + 224 = 444

Dávur Samuelsen (Ø) 168 + 103 = 271

¼ finalur:

Regin : Bye

Tóra Dinna – Dávur : 6 – 0

Baldur – Fríða : 6 – 2

Høgni – Eigil : 6 – 4

½ finalur:

Regin – Høgni : 6 – 2

Baldur – Tóra Dinna : 6 – 2

Bronsufinala:

Tóra Dinna – Høgni : 5 – 5 (Shoot Off : 8 – 5)

Gullfinala:

Regin – Baldur : 6 – 0

Vaksin

Hjá teimum vaksnu vóru bert 6 skjúttar møttir til kapping, 3 compound og 3 recurve, úrslitini hjá teimum gjørdust hesi:

Compound:

Nikkel Petersen (Ø) – 290 + 288 = 578

Jóannes Poulsen (Ø) – 282 + 288 = 570

Jógvan Niclasen (T) – 286 + 277 = 263

½ finala:

Jóannes : Bye

Nikkel – Jógvan : 145 - 142

Gullfinala:

Jóannes – Nikkel : 143 – 143

1. Shoot Off : 10 – 10

2. Shoot Off : 10 – 9

Recurve:

Oddmar Nielsen (Ø) – 274 + 264 = 538

Jastrid M Jensen (V) – 244 + 258 = 502

Jógvan Petersen (Ø) – 213 + 204 = 417

½ finala:

Oddmar – Bye :

Jastrid – Jógvan : 6 – 0

Gullfinala:

Oddmar – Jastrid : 5 – 5 (Shoot Off : 8 – 9)

Stutt um Bogaskjóting

Kappingin er skipað soleiðis, at tað verður skotið ein innleiðandi kapping, sum ger av hvussu leikarnir verða flokkaðir í eini finalukapping. Skotnir verða tríggjir ørvar í 20 umførum, og ber tá til at fáa upp til 600 stig.

Síðani verður farið til finaluskjóting, har tveir skjúttar skjóta móti hvørjum øðrum. Compoundskjúttar skjóta tríggjar ørvar í fimm umførum, og talt verður í stigum, júst sum innleiðandi kappingin. Recurveskjúttar skjóta sokallað sett-skjóting, har tríggjir ørvar verða skotnir í hvørjum umfarið. Men her fær vinnarin av hvørjum umfarið tvey stig, og eru skjúttarnir javnir fáa báir eitt stig. Tann fyrsti sum kemur uppá 6 stig hevur vunnið.

Er javnt millum tveir skjúttar tá finalan er liðug, verður umskjóting (shoot-off) brúkt. Her skjóta teir báir ein ørv, og tann sum er nærmastur miðkrossinum hevur vunnið.

Næsta kapping verður vikuskiftið 13 – 14 januar í høllini hjá Ørvi í Runavík.