Urðadansur og megnar konsertir í Kvívík

mentan17-08-2018 - 16:31 - Jóanis Nielsen

Urðadansur í Kvívík 18. aug. 2018

Aftur í ár fara vit at dansa og hugna okkum millum neystini í Kvívík. Hettar serstakliga hugnaliga tiltakið verður í ár karmur um fleiri stór og áhugaverd nøvn.

Hettar er bygdarhugni tá ið hann er allarbest!

Skráin fyri kvøldið er hendan:
Kl. 19.00: Urðabúffar verða klárir á grillini (Heitar vaflur, toast o.a)
Kl. 19.00: Barrin letur upp
Kl. 21.00: Konsert við Hanus G. Johansen í tjaldinum
Kl. 22.00: Konsert við Jens Marna og Kim Hansen
Kl. 23.30: Almennur dansur við LM Band

Kostnaður fyri báðar konsertirnar er 100 kr.
Kostnaður fyri dansin er 200 kr.
Kampingpláss 100 kr. fyri hvønn kampingvogn íroknað streym.

Bílegg kampingpláss á tel. 212442 hjá Lydiu.

Aldursmark til dansin er 14 ár.
Børn undir 14 ár kunnu verða ókeypis á økinum til kl. 23.00

Verið hjartaliga vælkomin til Kvívíkar í Urðadans.

Hevur tú hug at vita meira um hettar hugnaliga tiltakið, so er enduliga at spyrja!

Vinarliga

Lydia

Bygdarfelagið Glæman