Upsastovnurin og stovnsmetingar

Vinna06-11-2018 - 21:13 - Jóanis Albert Nielsen

Eg havi spurt fleiri trolara skiparar og stýrimenn, sum hava siti uppi á brúnni í nógv ár og hugt í ekkoloddi, um hvussu nógv av tíðini, upsin er uppi sjóðnum, svarini hava ligið frá 45 – 75 % sum gav meira enn 60 % í miðal

Upsi er ein semipelagiskur fiskur og er 60 % av tíðini uppi í sjóðnum, seiður og ternumurtur, eru eisini tað mesta av tíðini, uppi í sjóðnum.

´

Tað er ymiskt sum ávirkar, hvussu nógv upsin er á botni, til dømis, hvar mest føði er, veðrið, árstíðin, dagur og nátt, onkutíð kemur upsi, bert níðir á botn , í lýsingini og í skýmingini.

Tá kunnu skipini fáa stór hál, uppá minni enn 1 tíma, sum kunna bjarga døgninum. Ein fortaldi eisini, at ein upsa torva, kom niður á botn í 20 minuttir, teir fingið 45 tons í, ja ½ last uppá 20 minuttir. So tað ræður um, at verða á rætta stað og røttu tíð. Tá náttúran er ímót, fær man ikki so nógv í eina viku.

Tá ein torva kemur niður á botn, fáa trolararnir bert, ein lítlan part í trolið, tað er ógjørligt, at meta um, hvussu stór ein torva er.

Ofta tá nógvur upsi er at fáa, á einum stað, kemur fiskurin níðir á botn allastaðni, tildømis í kantinum á Føroya banka, norðanfyri,eystanfyri,á munkagrunninum og vestanfyri.

At fáa javnt upsa fiskarí, í 10 dagar trúgvi eg ikki, nakar hevur upplíva á Føroya grunninum.

Trolarinir fiska upsan niðri á botni, tað sum snellu bátar fiska, blívur nógv fiska, uppi í sjónum.

Fyrr var eisini loyvt. at fiska við gørnum, eftir upsa og øllum øðrum fiskasløgum.

---------- Tikið úr bókini The effects of climate and ocean currents on Faroe sait. -----------

Upsi er ferðandi fiskur, men merkingarroyndir av upsa í eystara parti av Norðuratlantshavi vísa, at munur er á ferðingini hjá upsa í kanningarøkjunum. T.d. verður sera lítil útferðing funnin úr íslendskum øki (minni enn 1%), meðan eini 40% av vaksna føroyska upsanum verða fingin aftur uttan fyri føroyskt øki – størri parturin í íslendskum sjógvi. Vaksin upsi, merktur í Noregi, varð afturfingin uttan fyri europeiska landgrunnin í 7% av førunum. Upsi ferðast longri, jú størri hann er, Upp til eina stødd á umleið 60 cm; tá upsin er størri enn 60 cm heldur ferðingin sær á sama støði. Tá upsi er 5-7 ára gamal, byrja størstu upsarnir í hvørjum aldursbólki eitt árligt ferðingarmynstur. Í gýtingartíðini finnast allir støddarbólkar saman, men móti sumri fækkast størstu fiskarnir í hesum aldursbólkum. Longdin, har henda frá ferðing byrjar, at síggjast, svarar til longdina, tá upsin byrjar at verða kynsbúgvin, og tí kann hugsast, at her er talan um eina árliga ferðing millum gýtingarøki um veturin X og føðiøki um summarið. Hesar niðurstøðurnar um árliga ferðing, sum eru grundaðar á broytingar í longdarbýtunum, verða stuðlaðar av gomlum merkingarroyndum. Merkingarroyndirnar vísa, at upsi, sum er merktur á Landgrunninum, ofta verður afturfingin í Íslandi um summarið, meðan bara fáir fiskar verða afturfingnir í Íslandi í gýtingartíðini. Eitt modell var roynt, til at gera eina stovnsmeting av upsa, sum tók atlit til ferðing (vanligar stovnsmetingar taka ikki atlit til ferðing).

Stovnsmetingin vísti, at gongdin í stovnsstøddini og fiskideyðanum frá vanligu stovnsmetingunum neyvan ávirkast nógv av ferðing, men at nøgdirnar og fiskitrýstið tó verða undirmett nakað.

--------------------------------------------------------------

Meira kann eisini lesast í ritgerðini The effects of climate and ocean currents on Faroe sait. Sum Edna Í Homrun hevur skriva um upsa og fast til láns á Bókasavninum.

Har er nógv áhugavert, at lesa,

Sambart Havstovuni er upsin á hesum økinum

Útbreiðsla Upsi er vanligur undir Føroyum, bæði inni við land og til havs og finst út á umleið 450 m dýpi á Landgrunninum, á Føroyabanka, ytru bankunum og á Íslandsrygginum. Hann er annars við Svalbard og Novaja Semlja, suður í Norðsjógvin og Skagerrak, kring Bretsku Oyggjarnar, og í Biskeiavíkini. Vestaru megin Atlantshavið er upsi undir Eystur- og Vesturgrønlandi, við Labrador til North Carolina (Mynd 1). http://www.hav.fo/PDF/Fiskalisti/Upsi.pdf

So tað er ongin møguleiki, at telja hvussu nógvir upsar, eru í havinum, frá yvirflatuni niðurá 450 metrar, í økinum sum upsin er í.

Havstovan tekur ikki við í stovnsmetingunum, at 40 % av upsanum, ferðast út um føroyska landgrunnin, ei heldur at upsin er meira enn 60 % av tíðini uppi í sjóðnum.

Fyri 20-25 árum síðani, segði Havstovan, at tá veiðitrýsti bleiv útrokna og sent til ICES, bleiv ikki rokna við, at nakrar fiskileiðir vóru stongdar. Men sum altíð veiðitrýsti, sum ávirkar, ongantíð natúran sum ávirkar.

Tað undrar meg, at fiskifrøðingar, klára at gerða eina rætta stovnsmeting, av upsa stovninum, bert við royndum, við botntrolið.

Tá man vera lættari, at telja hvussu nógvar kavaflykrur, koma niður í Føroyum, ein ringan kavavetur.

Eg trúgvi eisini, at upsin gerð, sum alt annað livandi, er meira av føði er á okkara grunnum, er eisini meira av øllum fiski, Og tá minni er av føði á Íslands grunninum, blívur minni, ferðing úr Føroyum til Ísland

Eitt øki er eisini vestanfyri, báðu megin 62gr uttanfyri 12 fjórðinga marki, sum upsi gýtir á, hevur verði stongt í 25 -30 ár. Upsin har gýtti altíð 1 - 2 vikur seinri Eystanfyri.

Dánjal Petersen sáli, sum var maskinmaður á Vestmanna fiskavirki, fyrst í 90inum fortaldi, at teir vóru noyddir at stilla flakamaskinurnar, at skera breiðari, tá skipini fiskaði upsa vestanfyri, tíð at upsin Vestanfyri var breiðari í forhold til longdina, enn upsin eystanfyri og bað meg hyggja eftir bygnings mátanum á upsanum, sum vit fiskaðu vestanfyri, eg hugdi oftani eftir tíð, og eri rættiliga sikkur uppá, at tað er ikki sami stovnur, sum er eystanfyri.

Upsin sum kemur Vestani frá, inn á Føroya banka í desember og er sunnaliga á munkagrunninum í januar og ferð so vestan fyri Hetland

, at gýta í februar mánaði. Tá fiska Norsk garnaskip og trolarar upsan har, tey árini tá lítið av upsa kemur, at gýta har, kemur heldur ikki nógv av upsa, inn í holið eystanfyri Føroyar, at gýta.

Mín persónliga meining er. Tá lítið er av føði er hjá fiski, gýtir hann ikki hvørt ár.

Tað sama sum er við fugli.

http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=470&catid=7&Itemid=180

Fyri 5 árum síðani fingu línuskip nógv av stórum upsa á línu, sum er heilt óvanligt. Upsin hevði tikið línuna, uppi í sjóðnum, tað tíðina kom tann stóri upsin, ikki niður á botn í fleiri mánaðir.

Tá søktu nakrir partrolarar, um royndarloyvi við flótitroli, fyri at kanna hvussu nógv av upsa var uppi í sjóðnum, Teimum royndunum kundu fiskifrøðingarnir lært nógv av, tær royndirnar hevði verði, nógv meira álítandi, enn royndirnar sum Havstovan gerð. Men tað bleiv nokta, tí fiskifrøðingarnir, vilja ikki samarbeiða við fiskimonnum. v

Í Norra og ES er minsta stødd á upsa, sum er loyvt at fiska 32 og 30 cm í Føroyum er minsta stødd 55 cm, tó loyvt at hava 30 av hvørjum 100 upsum, ímillum 45-55 cm. Eisini á øðrum fiskasløgunum er loyvi at hava smærri fisk enn vit. Og 60 % av grunninum eru stongdir.

http://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/eydna-i-homrum-vart-ph-d-a-frodskaparsetrinum/

http://hav.fo/PDF/Ritgerdir/2012/PhD_thesis_farsai_fo.pdf

So at seta kvotur á upsan, og er heilt burtur við, vit verða noydd, at fiska upsan, tá hann er á botni og inni á Føroyskum økið. Í Norra og ES er minsta stødd á upsa, sum er loyvt at fiska 32 og 30 cm í Føroyum er minsta stødd 55 cm, tó loyvt at hava 30 av hvørjum 100 upsum, ímillum 45-55 cm. Eisini á øðrum fiskasløgunum er loyvi aðrastaðni, at hava smærri fisk enn vit. Og 60 % av grunninum eru stongdir.

So man má siga, at tað er burðardygg veiða og stovnsrøktin á Føroyagrunninum, er nógv betri enn aðrastaðni. av øllum fiskasløgum.

-----------------------------------------

http://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/eydna-i-homrum-vart-ph-d-a-frodskaparsetrinum/

http://hav.fo/PDF/Ritgerdir/2012/PhD_thesis_farsai_fo.pdf

So at seta kvotur á upsan, og er heilt burtur við, vit verða noydd, at fiska upsan, tá hann er á botni og inni í Føroyskum økið.

Havstovan má gera fleiri kanningar, fyri at loysa gátuna um, hvar tann stóri toskurin fer, aftaná hann hevur veri inni á Føroya grunninum og gýtt.

http://www.fiskerforum.dk/erhvervsnyt/a/groenlands-gaade-om-de-store-torsk-15102018

Vestmanna 06 11 2018

Eyðun Hansen