Uppskot um samhaldsfasta samferðsluloysn nærkast

Politikkur21-12-2016 - 16:00 - Jóanis Albert Nielsen

Arbeiðið við at finna eina samhaldsfasta fígging av samferðslukervinum, sum javnsetur øll øki í landinum, verður væntandi liðugt fyrst í komandi ári.

Tað svarar løgmaður millum annað Jørgeni Niclasen, tingmanni, í einum § 52a fyrispurningi um Vágatunnilin.

Løgmaður vísir á, at so skjótt sum landsstýrismaðurin í samferðslumálum kemur á mál við arbeiðinum, verður samhaldsfasta fíggingin av samferðslukervinum viðgjørd í samgonguni og saman við andstøðuflokkunum. Eftir hetta verða kommunurnar og valfeløgini í Vágum og Norðoyggjum kunnaði.

Lesið svar løgmansher