Uppboðssølur í 2019

vinna13-03-2019 - 14:27 - Jóanis Nielsen

 Uppboðssølur í 2019

Fyrsta afturlatna uppboðssølan í ár verður tann 21. mars 2019, har selt verða 1, 3 og 8 ára rættindi til svartkjaft.

Vørn skal boða frá, at feløg, sum vórðu góðkend at luttaka í 2018, ikki noyðast at biðja um nýggja góðkenning at luttaka í 2019, um ongar broytingar eru farnar fram í ognarviðurskiftunum. Ikki áður góðkend feløg, skulu lata skjalprógv inn í seinasta lagi 3 vikur áðrenn, uppboðssølan byrjar. Víst verður til kunngerð nr. 5 frá 17. januar 2019, sum broytt við kunngerð nr. 13 frá 27. februar 2019, um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019 og treytirnar á heimasíðuni hjá Vørn.

Vørn skal eisini biðja keyparar seta seg væl inn í, hvør prísáseting er galdandi á tí einstaku uppboðssøluni. Vørn hevur gjørt eitt yvirlit yvir, hvørjar prísásetingar eru galdandi. Hetta yvirlit liggur á heimasíðuni undir “Uppboðssøla 2019”
Kunngerðin kann finnast her: