Uppboðssølan gav kr. 127.300

mentan23-09-2017 - 23:22 - Jóanis Nielsen

 Uppboðssølan av seyðunum í Stakkinum gav kr. 127.300,- sum er tað mesta teir nakrantíð hava fingið.

Nógv fólk var í Stakkinum og av tí sama var eisini nógv fólk til uppboðssøluna - lagið var gott, og væl lá fyri at bjóða - tjørnuvíksingar eru vælnøgdir, í Tjørnuvík er dansur í kvøld.

Myndirnar eru frá facbooksiðuni - Stakkurin -