Tilvildarlig mynd.

Uppboðssølan av norðhavssild og makreli er útsett eina viku

vinna10-08-2018 - 13:18 - Jóanis Nielsen

Fiskimálaráðið skal boða frá, at avgreiðslan av afturlatnu uppboðssølunum av rættindum at veiða norðhavssild og makrel er útsett eina viku.

Fiskimálaráðið hevur boðað frá, at afturlatnu uppboðssølurnar av rættindum at veiða 10.901 tons av makreli og 7.490 tons av norðhavssild verða ávikavist 14. august og 16. august 2018.

Undanfarnu uppboðssølur hava víst, at luttøkan hevur verið avmarkað. Í hesum døgum verða umsóknirnar um menningarkvotur avgreiddar. Tað kann hava fyrimunir fyri vinnuna og luttøkuna í uppboðssølunum, at hesar eru avgreiddar, áðrenn sølan av langtíðarrættindum at veiða makrel og norðhavssild verða framdar.

Boðað verður tí frá, at sølan av rættindum at veiðamakrelverður avgreidd 21. august 2018. Seinasta freist at lata boð inn er21. august kl. 12.00.

Sølan av rættindum at veiðanorðhavssildverður avgreidd 23. august 2018. Seinasta freist at lata boð inn er23. august kl. 12.00.

Um boð eru latin inn, kunnu tey standa við, tá ið uppboðssølurnar verða avgreiddar í august. Um boðgevar ynskja tað, kunnu hesi boð takast aftur, og nýggj boð kunnu latast inn í staðin.