Uppboðssøla av veiðirættindum verður í september 2019

Vinna22-07-2019 - 22:01 - Jóanis Albert Nielsen

Upplýsingar um sølurnar síggjast í talvuni niðanfyri:

Dagur Dagfesting Klokka Fiskaslag Nøgd
Týsdagur 3. september 2019 12.00 Svartkjaftur 2.450 tons
Mikudagur 4. september 2019 12.00 Norðhavssild 3.313 tons

Dagfesting og klokka merkir seinasta freist at lata boð inn.

Uppboðssølan er afturlatin uppboðssøla.

Vørn er uppboðssøluhaldari. Nærri upplýsing og vegleiðing í sambandi við einstøku sølurnar fáast frá Vørn www.vorn.fo.

Hesar sølur fevna um 1 ára rættindi fyri 2019.

Kunngerðir, um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019, síggjast á www.logir.fo.