Nýggjastu


Upp til Bjarna nær hann tekur sæti í Løgtinginum aftur

12-03-2018 - 21:01 - Jóanis Albert Nielsen

Statsadvokaturin kunngjørdi í dag, at hann hevur slept málinum um Bjarna Hammer. Sosialurin meldaði Bjarna Hammer, tí hann segði seg kunna skaffa ungum gentum hassj. 

Tá ið tað kom fram alment at Bjarni Hammer var meldaður, bað løgmaður Bjarna taka farloyvi úr Løgtinginum, og tað gjørdi hann eisini.

Í einum telduposti til kvf skrivar løgmaður, at tað er upp til Bjarna sjálvan nær hann velur at taka sæti í Løgtinginum aftur.