Uni Rasmussen á GLS

20-11-2017 - 20:09 - Jóanis Albert Nielsen

Í tíggju ár hava føroyingar havt møguleikan at koma til árligu GLSleiðsluráðstevnuna, og hevur Norðurlandahúsið veriðfullsettmestsum hvørja ferð.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar, har teir eru.Fyrilestrarhaldararnirhava ymiskar viðkomandi vinnuligar og andaligar førleikar, ið á hvør sín hátt kveikja og bjóða einum av.

Føroyska íkastið hesaferð verður Uni Rasmussen.Uni er 49 ár, búsitandi í Norðragøtu og giftur við Emmu. Í sínumungu døgum arbeiddi hann sum bilmekanikari, og sum 21 ára gamal gjørdist Uni blindur í einum bilóhappi.

Nøkur ár seinni tók hann útbúgving sum vøddamýkjari, og arbeiðir nú sum sjálv støðugur vinnurekandi. Umframt tað hevur Uni seinastu árini verið stjóri á Hotel Runavík, og býráðslimur í Eysturkommunu.

Útlendskufyrilestrarhaldararnirverðam.a.BillHybels, stovnarin avWillowCreekí Chicago,sum aftur í árfer at geva okkum íblástur og praktiskleiðsluráð.FramleiðslustjórináFacebook,SherylSandberg,tosar m.a. um at finna lívsmótið aftur og at síggja framá eftirat havahavtmótgongd.ImmaculéeIlibagizafortelur um ræðuliguhendingingarnaríRwandaí1994 - hvussu hon yvirlivdifólkamorðið- og um trúgv, vón og fyrigeving.Fyrilestrarnirverða vístir á stórskíggja, oghavateirføroyskan tekst.

AltjóðaleiðsluráðstevnanTheGlobalLeadershipSummitverðurhildiní Norðurlandahúsinum 19. og 20. januar2018.