Unglingalandsliðið í badminton hevur verið til Yones Junior Cup

ítróttur18-04-2017 - 14:24 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv - Unglingalandsliðið í badminton til Yonex Junior Cup

Í døgunum 14. - 16. apríl var unglingalandsliðið í badminton í Týsklandi, Berlin og tóku lut í kappingini Junior Yonex Cup.

Í ferðalagnum vóru 16 badmintonleikarir í aldursbólkunum U13 til U22.

Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar luttóku í hesi kappingini, so øll vóru sera spent at vita, hvussu fór at gangast okkara ungu leikarum. Við í kappingini vóru leikarir úr fleiri londum í Evropa.

Kappingin var yvir tríggjar dagar, har ein grein varð leikt hvønn dagin. Støðið á kappingin var sera høgt, so okkara leikarir vistu, at tað vórðu harðir dystir, sum tey skuldu spæla næstu dagarnar.

Byrjað varð við blandaðum tvímansleiki. Sum dagurin leið, og innleiðandi dystirnir vóru spældir vísti tað seg, at fleiri høvdu spælt seg víðari. Ari Nandi/Lena Maria Joensen og Rúni Øster/Miriam í Grótinum U15 og Ari M. Jacobsen/Sissal Thomsen U17 spældu seg víðari, men taptu tíverri kvartfinaluna.

Gunnva Jacobsen U19, sum spældi við einum frá Lyngby kom í hálvfinaluna, sum tey tíverri taptu - og endaði sostatt á einum flottum 4. plássi.

Allir leikararnir spældu sera góðar dystir og vístu gott spæl.

Dagin eftir var einmansleikur á skránni. Dagurin byrjaði tíðliga fyri U15 dreingir, og út á dagin vóru øll í gongd. Aftur hendan dagin, so vístu leikararnir, at tey ikki standa nógv aftanfyri badmintonleikararnar í Evropa. Adhya Nandi U13, Ari Nandi og Rúni Øster U15, Mona Rasmusdóttir og Ari M. Jacobsen U17, Kristina Eriksen og Rannvá Djurhuss Carlsson U19/22 og Magnus Dal-Christiansen U22 kláraðu øll at spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Adhya, Mona og Rannvá kláraðu at spæla seg í hálvfinalurnar, sum skuldu spælast á seinasta degnum fyri kappingina.

Á triðja og síðsta degnum av kappingini vóru hálvfinalur og finalur í einamansleiki á skránni, umframt tvímanleikur.

Byrjað varð við einmansleiki har Føroyar høvdu tríggjar leikarar við. Adhya Nandi U13 byrjaði. Hon spældi ímóti einum leikara frá Tjekkia. Adhya kom væl frá byrjan og vann fyrsta settið. Tíverri tapti hon næsta settið sera tætt 21-19, so nú skuldi alt avgerast í einum triðja setti. Tíverri hevði tjekkiska genta yvirvág og vann tað settið og harvið dystin. Adhya skuldi tí spæla um bronsuna, og tann dystin vann hon.

Síðani var tað Mona Rasmusdóttir U17, sum skuldi royna seg. Hon skuldi spæla ímóti einari gentu úr Danmark. Tíverri tapti Mona dystin 2-0, og skuldi spæla um triðja plássið. Mona fekk eitt flott 4. pláss til kappingina í einamsleiki.

So var tað Rannvá Djurhuus Carlsson U22, sum skuldi spæla hálvfinaluna. Hon spældi ímóti einari gentu úr Týsklandi. Rannvá byrjaði best og vann fyrsta settið 21-18. Í øðrum setti setti Rannvá meira ferð á og vann settið 21-13 og skuldi spæla finalu seinni :-)

Í finaluni møtti Rannvá aftur einari gentu úr Týsklandi.

Fyrsta settið í finaluni var sera tætt. Tær skiftust um at vinna bóltarnar. Tað eydnaðist tó Rannvu at vinna settið 26-24. Í øðrum setti varð ferð sett á, og vann Rannvá settið heili 21-13 og harvið dystin og GULLIÐ. Frøðin var stór á stóra bólkinum, sum var við.

Í tvímansleiki var kappingin sera hørð. Tað var her, at okkara leikarir fingu størstu mótstøðuna, men øll spældu sítt allarbesta hendan dagin. Tað eydnaðist tó ikki øllum at spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Adhya Nandi og Bjarnhild í Buð Justinussen U13, Ari M. Jacobsen og Àrant á Mýrini i U17, og Magnus Dal-Christiansen U22, sum spældi saman við einum týskara spældu seg øll víðari.

Adhya og Bjarnhild komu í hálvfinaluna, sum tær tíverri taptu, og skuldu tí spæla um triðjaplássið. Og tann dystin vunnu tær og harvið bronsuna.

Kappingin var av á hesum sinni, men føroysku leikararnir fóru ikki tómhentir heimaftur. Umframt trý flott heiðursmerki, so høvdu tey skjáttuna fulla av upplivingum og nýggjum royndum. Hetta var ein sera hørð kapping, har tey spældu í bestu rekkjuni, í einari stórari og tættpakkaðari høll við 16 banum. Øll gjørdu teirra allarbesta, og kunnu tey vera sera vælnøgd við tað.

Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya, sum var við á túrinum sum hjálparvenjari, er sera væl nøgdur við, at ein breiður hópur av bæði ungum og eldri ungdómsleikarum, fyri fyrstu ferð, hava verið við til Yonex Junior Cup.

"Í Berlin var tað so sanniliga ikki nakar dystur, sum var lættur, tí okkara leikarir altíð spældu ímóti teimum bestu leikarunum úr ávíkavist Týskalandi, Danmark, Tjekkia, Póllandi og Slovakia. Fleiri av hesum leikarum vóru eisini á unglingalandsliðnum. At fleiri av okkara leikarum vunnu dystir ímóti teimum, ásannar enn einaferð, at støðið á okkara leikarum er í støðugari framgongd", sigur Erik Engelbrecht Thomsen.

Tey, sum umboðaðu Føroyar:

U13

Adhya Nandi, HBF

Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF

U15

Lena Maria Joensen, KBF

Miriam í Grótinum, HBF

Ari Nandi, HBF

Rúni Øster, HBF

U17

Sissal Thomsen, HBF

Mona Rasmusdóttir, ÍF

Ari M. Jacobsen, KBF

Árant á Mýrini, MBF

Jónas Djurhuus, HBF

U19

Gunnva Jacobsen, HBF

Kristina Eriksen, HBF

U22

Sólfríð Hjørleifsdóttir, VÍF

Rannvá Djurhuss Carlsson, HBF

Magnus Dal-Christiansen, HBF

Høvuðsstuðul hjá Badmintonsambandi Føroya er Betri, og klædnastuðul er Yonex.