Ungdómsráð valt í Vágs kommunu

politikkur29-09-2017 - 13:57 - Jóanis Nielsen

Tórskvøldið skipaði Ungdómsnevndin hjá Vágs kommunu fyri fundi fyri ung í aldrinum 16 – 25 ár, har fyrsta Ungdómsráð í Vági varð valt.

Fundurin var í hugnaligum kafe’ini hjá Jugga, har fitt av ungum fólki vóru møtt.

Á skránni var góður tónleikur, framløga um ungdómspolitikk, um ungdómsráðið og leiklutin hjá ungdómsráðnum. Harumframt var bólkaarbeidi eisini á skránni, har tey ungu tóku fyrstu stigini til at seta ymiskt á skrá, sum tey kundu hugsað sær varð uppraðfest í Vágs kommunu.

Á fundinum varð eisini valt eitt ungdómsráð, sum skal vera eitt millumlið millum tey ungu í Vági og Vágs kommunu. Ungdómsráðið kemur at virka í tøttum samstarvi við Ungdómsnevndin hjá Vágs kommunu.

Nýggja ungdómsráðið ferð beinanvegin til verka

Vágs kommuna letur nýggja Ungdómsráðnum egin hølir, har tey kunnu arbeiða við ungdómsarbeiði og fyrireika tey evnir, sum tey ynskja á kommunal politiska dagsskrá; og fara tey í ungdómráðnum beinanvegin til verka.

Vit eru sera fegnin um, at vit nú hava fingið eitt Ungdómsráð í Vági og at ungdómsarbeiðið í Vágs kommunu við hesum kann verða uppraðfest. -Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at tey ungu sjálvi eru við til at mynda, hvat innihaldið skal verða í ungdómsarbeiðinum hjá Vágs kommunu, sigur Levi Mørk, formaður í Ungdómsnevndini.

Í nýggja ungdómráðnum eru: Mikala Vilhelm, Fríði Stenberg Olsen, Páll Guðmundsson Jacobsen, Natalia Skorastein, Sirið Brattaberg Evaldsdóttir og Johanna Dam.

Í Ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu eru Levi Mørk, formaður, Eyðbritt Krosslá og Anna B. Samuelsen.