Ungdómsins Útnorðurráð handar Útnorðurráðnum álit

mentan26-02-2017 - 08:32 - Jóanis Nielsen

Í dag 26. februar fer Ungdómsins Útnorðurráð at handa móðurráði sínum eitt álit, sum ungdómsráðið skrivaði í fjør.

Ungdómsins Útnorðurráð er eitt ungdómspolitiskt samstarv millum Føroyar, Ísland og Grønland, viđ eygleiđarum úr norđur Noreg, sum Norrøna Ungmannafelag Føroya hevur tikiđ stig til.

Hetta vikuskiftið hevur Útnorðurráðið fund í Føroyum, og tað er í hesum sambandi, at ungdómsráðið fer at handa teimum tey viðmæli, sum tey halda kunnu vera við til gera londini í útnorði eitt betri stað fyri ungdómin.

Úr ungdómsráðnum koma tríggir ungdómspolitikkarir – ein úr hvørjum landi – at leggja viðmælini fram. Hesi eru Tráin P. Nónklett úr Føroyum, Dóra Björt Guðjónsdóttir úr Íslandi og Henrik Thomsen úr Grønlandi.

Úr álitinum ber til at lesa, at ungdómurin ynskir, at meiri dentur verður lagdur á sálarliga heilsu hjá ungum, stóra tørvin á íbúðum, útbúgvingartilboð, nýskapan innan nýggjar vinnur og meiri inklusjón av ungum í demokratiskum tilgongdum.