Ungdómshúsið í Sørvági letur upp í dag

16-09-2019 - 14:34 - Jóanis Nielsen

Ungdómshúsið í Sørvági letur upp í dag, tað er fyri ung upp til 18 ár.

Opið er hesar dagar:

  • Mánakvøld fyri 4. og 5. flokk frá kl. 18:00-21:00
  • Mikukvøld fyri 5. og 6. flokk frá kl. 18:00-21:00
  • Hóskvøld fyri 6. og 7. flokk frá kl. 18:00-22:00
  • Fríggjakvøld fyri 7. flokk og upp til 18 ár frá kl. 19:00-01:00

Limagjaldið er 50 kr. fyri restina av árinum.