Unga Tjóðveldið við nýggjum poddvarpi

Politikkur02-05-2019 - 19:44 - Jóanis Albert Nielsen

Frælsisbitar er poddvarp Unga Tjóðveldisins har vit kóka stórmál niður í smáar bitar og geva tær okkurt at tyggja á.

Partarnir eru stuttir og snúgva seg um ymisk mál, ið vit halda vera áhugaverd, tað verði seg frælsi og umhvørvi, ella rúsdrekkalógina og javnstøðu.

Frælsisbitarnir verða fyrireikaðir av einum fjølbroyttum skara av ungum tjóðveldisfólkum, ið øll koma við sínum egna skapandi, livandi og frælsa lyndi.

“Jinglan” í Frælsisbitum er gjørd Mariu Lindenskov, ið gongur undir tónleikanavninum Marbles Lost.

Fyrsti og annar frælsisbiti kunnu hoyrast á soundcloud: Frælsisbitar #1 Hvat er frælsi?