Sanvsmynd.

Undrið FF vann 6-2 á MB í steypakappingini

ítróttur27-06-2020 - 17:23 - Jóanis Albert Nielsen
Í dag hava teir báðir dystirnir í undanumfarinum í kappingini um Løgmanssteypið verið.

Á MB-arena tók MB ímóti Undrinum. Símun Pætur Johannesen legði Undrið FF á odda 0-1 eftir 7. min. Tórður á Presttøðni javnaði fyri MB tá ið tá ið 18. min. vóru leiktir. Tá ið hálvur tími var leiktur skoraði Símun Pætur aftur fyri Undrið, og var støðan 1-2. Jógvan Joensen javnaði fyri MB tá ið 33. min. vóru leiktir. Tveir minuttir seinni skoraði Suni Højgaard fyri Undrið, og beint fyri hálvleik økti Ólavur Sigurheim um munin til 2-4, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Símun Pætur fekk hattrick tá ið hann skoraði í 81. minutti til 2-5. Dávid Dam staðfesti sigurin fyri Undrið í yvirtíðini tá ið hann skoraði til 2-6.

Í hinum dystinum í undanumfarinum vann FC Suðuroy 9-1 á Royn.