Umsetningurin í handilsvinnuni vaks mest í búnýti og innbúgvi

vinna23-04-2018 - 16:46 - Jóanis Nielsen

 Hagstovan:

Umsetningurin í smásøluni verður gjørdur upp hvønn ársfjórðing í trimum høvuðsbólkum, sum eru matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og búnýti og innbúgv. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør vaks umsetningurin í høvuðsbólkinum búnýti og innbúgv knappliga átta prosent fjórða ársfjórðing 2017.

Í høvuðsbólkinum klædnavørur og fótbúnaður var vøksturin nakað minni, men tó út við fimm prosent. Minsti vøksturin var í søluni av mati og alkoholfríum drykkjuvørum við hálvum øðrum prosenti.

Í talvuni niðanfyri síggjast broytingarnar frá 4. ársfjórðingi 2016 til 4. ársfjórðing 2017 bæði í ársins prísum og í føstum prísum.

Í myndunum niðanfyri sæst gongdin í hesum trimum høvuðsbólkunum sum indeks frá fyrsta ársfjórðingi 2005, ið er sett til 100, og fram til fjórða ársfjórðing 2017.

Dagførd og útgreinað hagtøl um umsetningin í smásøluni eru at finna í hagtalsgrunninum her.