Mynd: KVF

Umraðfesting av útbúgvingum á Fróðskaparsetur Føroya

14-08-2018 - 15:50 - Jóanis Albert Nielsen

Vit gleðast sjálvsagt um mongu útbúgvingarmøguleikarnar á okkara Fróðskaparsetri, men verða útbúgvingarnar skipaðar á best hóskandi hátt í mun til tørvin á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum?

Í farnu viku var Lærarafelagið frammi við grein um, at vit útbúgva lærarar til arbeiðsloysi.

Er tað ikki eitt gylt høvi at arbeiða fram ímóti at leggja útbúgvingarnar hjá Fróðskaparsetrinum um, so vit ístaðin til dømis fáa fleiri námsfrøðingar?

Leystliga mett er tørvur á umleið 400-500 fleiri útbúðnum námsfrøðingum á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. Tað gongur ikki ein vika har tað ikki verður lýst eftir námsfrøðingum á portalunum, og tað skapar órógv á arbeiðsmarknaðinum tá so nógv tøk størv eru innan sama fakøki.

Fróðskaparsetrið kundi ístaðin tikið fleiri av umsøkjarunum til námsfrøði inn, samstundis við at upptøkan av til dømis læraralesandi minkaði, so tey ikki verða útbúgvin til arbeiðsloysi.

Meðan tað er torført hjá nýggjum lærarum at fáa starv, so er støðan ein heilt onnur hjá námsfrøðingum. Á vøggustovum, í barnagørðum ella í sosialpedagogiskum arbeiði innan almannaverki og fólkaskúlan er stórt trot á námsfrøðingum.

Um eitt miðvíst arbeiði verður sett í verk at útbúgva fleiri námsfrøðingar, so vildi tørvurin á arbeiðsmarknaðinum sjálvsagt minka skjótt, og lítil iva kann verða um, at tað hevði verið ein skilagóð avgerð.

Jógvan Philbrow