Umboð fyri Miðflokkin í politiskum paneli í Noreg

politikkur24-10-2017 - 18:08 - Jóanis Nielsen

Umboð fyri Miðflokkin hava um vikuskiftinum luttikið á 70 ára hátíðarhaldi hjá kristindemokratunum í Noreg, KRF.

Mia av Kák Joensen og Bjarta Arge luttóku á ráðstevnuni, umframt at Mia luttók í kjakpaneli leygardagin.

Evni, ið vórðu viðgjørd, vóru millum annað forsturtøka, javnrættindi á arbeiðsmarknaðinum í mun til býti av barsilstíðini og hvørt penganir skulu fylgja barninum.

Uppskot fyriliggur í Noreg, um at barsilstíðin skal vera tvey ár og ein arbeiðsdagur seks tímar fyri tann partin, sum er á arbeiðsmarknaðinum í barsilstíðini.

- tað eigur ikki at verða toppstýrt hvussu barsiltíðin verður býtt, segði Mia av Kák Joensen á fundinum. Eisini førdi Mia fram, at hvør einstøk familja má taka støðu út frá sínum egnu umstøðum.

Norðurlendsku londini vóru øll umboðað, og til dømis var formaðurin fyri kvinnuforbundið hjá svensku kristendemokratunum ógvuliga upptikin og bekymrað um flóttafólka støðuna í Svøríki. Fiimti hvør svii í dag er nýsvii.

Føroysku umboðini komu aftur til landið mánadagin