Eli Hentze er høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum, sum komandi hósdag tekur ímóti Kasakstan á Svangaskarði - Mynd: Heri Joensen/FSF

U21: Tvey avboð í evstu løtu

ítróttur03-06-2019 - 17:35 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Petur Knudsen og Rói Zachariassen hava givið avboð til U21-landsdystin móti Kasakstan. Í staðin hevur Eli Hentze úttikið Arnbjørn Svennsson og Bárður á Reynatrøð, ið báðir koma úr Víkingi.

Hósdagin 6. juni klokkan 17:00 verður Svangaskarð á Toftum karmur um fyrsta dystin í komandi EM-undankapping hjá U21-landsliðnum. Mótstøðuliðið verður Kasakstan.

Føroyski hópurin kemur saman seinnapartin mánadagin, og síðani verður fult fokus sett á fyrireikingarnar til komandi dyst.

Men Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur í evstu løtu fingið tvey avboð. Talan er um Petur Knudsen úr NSÍ, og Róa Zachariassen úr EB/Streymi, ið hava boðað frá, at teir kortini ikki eru tøkir. Í staðin hevur U21-venjarin sent boð eftir Arbjørn Svennsson og Bárður á Reynatrøð, ið báðir koma úr Víkingi.

Ókeypis atgongd verður til U21-landsdystin millum Føroyar og Kasakstan.

Hópurin

Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre IF (DAN)

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Daniel Johansen, HB

Pætur Hentze, NSÍ

Hugin Samuelsen, B36

Ólavur Niclassen, KÍ

Janus Svabo Samuelsen, Skála

Jákup B. Andreasen, KÍ

Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DAN)

Arnbjørn Svennsson, Víkingur

Magnus Holm Jacobsen, B36

Stefan Radosavljevic, TB

Pætur Petersen, HB

Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (DAN)

Gilli Samuelsen, B36

Adrian Justinussen, HB

Steffan Løkin, EB/Streymur