U21 menn: Søguligur HM-sigur

ítróttur19-07-2017 - 08:01 - Jóanis Albert Nielsen

Føroyska U21-landsliðið hjá monnum vann í gjár fyrsta HM-dystin í søguliga HM-endaspælinum, sum teir í hesum døgum luttaka í í Algeria. Føroyar var favorittur og vann eisini 31-28 ímóti Kili, eftir hálvleiksstøðuna 14-12. In.fo skrivar soleiðis um dystin:

Tað vóru nervar at hóma á føroyska liðnum fyrstu løtuna. Hóast spælið var í lagi, so vórðu stórir málmøguleikar misnýttir, og hetta førdi til at Kili fylgdi væl við fyrstu løtuna og tað stóð á jøvnum.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki eydnaðist tað tó Føroyum at leggja seg á odda 7-4. Hesa løtuna var spælið gott, og Kili gjørdi mistøk, men mótstøðuliðið fótaði sær aftur og vann seg upp aftur á javnt 8-8.

Føroyar stóðu seg betur seinastu løtuna undan steðginum. Sonni Larsen, venjari, tók timeout, og føroyska verjan fekk skil á vandamiklasta leikaranum hjá Kili. Føroyar fóru til hálvleiks á odda 14-12.

Tað var ein dreymabyrjan, sum Føroyar fingu upp á seinna hálvleik. Tvey skjót mál syrgdu fyri einari 16-12-leiðslu, men teir úr Kili skuldu vísa seg at vera truplir at rista av sær.

Serliga var tað vinstri bakkur teirra, Reinaldo, sum skeyt nógv mál og helt teir inni í dystinum, meðan tað gekk heldur upp og niður hjá Føroyum, sum tó alla tíðina varðveitti leiðsluna.

Føroyar vóru ávegis stórsigri nakrar ferðir, men Kili dugdi væl at revsa føroysk mistøk og fekk nøkur skjót mál. Endin var, at Føroyar – uttan at spæla upp til sítt allarbesta – vann 31-28.
Málskjúttar: Kjartan Johansen 5 (2), Jónas G. Djurhuus 5 (1), Áki Egilsnes 4, Helgi H. Hoydal 3, Pætur Mikkjalsson 3, Rói B. Hansen 3, Hilmar Leon Jakobsen 3, Sjúrður Olsen 2, Fríði Weyhe 1, Teis Horn Rasmussen 1, Pætur Johansen 1