Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti kasakum - Mynd: Heri Joensen

U21: Kasakstan vann 3-1 í Føroyum

ítróttur07-06-2019 - 07:02 - Jóanis Albert Nielsen

Tað gjørdist ikki akkurát tann byrjanin upp á EM-undankappingina, sum vónað. Føroyar taptu 3-1 fyri Kasakstan. Føroyska málið skoraði Stefan Radosavljevic.

- Byrjanin var ikki hon, ið vit ætlaðu. Vit mentu okkum sum dysturin leið, men tað rakk so ikki hesaferð. Í dagsins dysti vóru viðurskifti, ið vit kunnu brúka víðari í hesi kapping, men eisini viðurskifti, ið vit mugu fáa upp á pláss, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

Føroyska U21-landsliðið tapti fyrsta dystin í undankappingini til EM 2021. Úrslitið á Svangaskarði gjørdist 3-1 til Kasakstan, sum var á odda 1-0 í steðginum. Kasakar komu á odda longu tá ein minuttir var spældur, og tá 68 minuttir vóru spældir økti Kasakstan til 2-0.

Stefan Radosavljevic fekk spenning í dystin, tá tvøramaðurin minkaði um munin fimm minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var farin. Føroyska liðið fór eftir útjavnandi málinum, men í staðin skoraði Kasakstan til 3-1 í yvirtíðini.

- Eg harmist leikaranna vegna, at vit ikki fingu úrtøku, men soleiðis er viðhvørt. Men eg stórfegnist um góða hugburðin hjá øllum spælarunum, og hóast tap, so fara vit við góðum treysti undir næstu uppgávurnar, sigur Eli Hentze.

Næstu dystirnir hjá U21-liðnum eru 6. og 10. september, tá føroyska liðið skal møta Montenegro og Norðurmakedónia á útivølli.