Fríggjadagin 10. november klokkan 16:45 spælir føroyska U21-landsliðið fimta dystin í undankappingini til EM 2019, tá Póllandi kemur á vitjan á Tórsvølli



U21: Hesir skulu dystast við Pólland

ítróttur06-11-2017 - 11:41 - Jóanis Nielsen

Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur úttikið endaliga hópin til landsdystin móti Póllandi, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 10. november.

- Georgia, Finnland og Litava hava givið teimum skarpan gang, men hvørjaferð hava póllendingarnir bara verið effektivari. So hetta verður avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva. Kortini vænti eg, at okkara spælarar fara at loysa hesa uppgávuna til okkara fyrimun.

Soleiðis segði Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya fyrr í vikuni.

Síðani heimliga kappingin endaði, hevur U21-venjarin havt ein bruttohóp við 26 spælarum til regluligar venjingar á Tórsvølli. Og nú er greitt, hvussu endaliga hópurin ímóti póllendingunum fer at síggja út.

Við hvør sínum fýra spælarum eru NSÍ og KÍ best umboðað á U21-landsliðnum hesaferð. Tríggir koma úr B36, meðan Víkingur, Skála og HB eiga tveir í part. Ein kemur úr 07 Vestur, og tveir spæla í Danmark, í ávikavist SønderjyskE og FC Midtjyllandi.

Hópurin

Elias Rasmussen, Víkingur

Karstin Hansen, NSÍ

Jóannes K. Danielsen, KÍ

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Bartal Wardum, HB

Ólavur Niclassen, KÍ

Erlendur Magnusson, B36

Jákup V. Olsen, Víkingur

Betuel Hansen, NSÍ

Jákup B. Andreasen, KÍ

Hákun Edmundsson, Skála

Teit Jacobsen, SønderjyskE (DEN)

Jann J. Benjaminsen, NSÍ

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Meinhard E. Olsen, B36

Petur Knudsen, NSÍ

Adrian Justinussen, HB

John J. Frederiksen, 07 Vestur

Jákup L. Thomsen, FC Midtjylland (DEN)

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Pólland verður á Tórsvølli fríggjadagin 10. november klokkan 16:45. Ókeypis atgongd er til dystin.