Mynd: HSF.

U-21: Fingu eitt heiðurligt úrslit ímóti Norra

ítróttur21-07-2017 - 19:59 - Jóanis Nielsen

Føroyska liðið fekk eitt heiðurligt úrslit ímóti Norra.

Teir fyrstu 15 minuttirnir leikti javnt á, men føroyska liðið misti í seinnu helvt av fyrra hálvleiki, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 15-8 til Norra.

Í seinna hálvleiki leikti føroyska liðið heilt væl, teir vunnu seinna hálvleik 15-14, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 29-23, sum má metast sum eitt gott úrslit ímóti sterku norsku holdbóltstjóðini.

Sunnudagin klokkan 18 spæla okkara menn aftur. Tá verður mótsstøðuliðið Týskland, har má roknast við at Týskland vinnur.