Týsdagin 19. november klokkan 17:00 skal føroyska U21-landsliðið í dyst aftur, tá Norðurmakedónia kemur á vitjan á Tórsvølli - Mynd: Bjarni Enghamar

U21: Endaligi hópurin úttikin

ítróttur16-11-2019 - 21:09 - Jóanis Nielsen

Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava úttikið endaliga hópin til EM-undankappingardystin móti Norðurmakedónia, sum verður á Tórsvølli týsdagin klokkan 17:00.

Týsdagin 19. november klokkan 17:00 skal føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, hesaferð á heimavølli móti Norðurmakedónia. Dysturin verður á Tórsvølli, og tað er ókeypis atgongd.

Síðani heimliga kappingin endaði síðst í oktober, hava Eli Hentze, høvuðsvenjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, arbeitt við einum hópi, ið taldi 26 spælarar, sum síðani skuldi skerast niður í 20.

Tilsamans níggju venjingar við bruttohópinum hava verið á skránni, og nú er greitt, hvussu endaligi hópurin sær út, og hvørjir teir 20 verða, ið skulu dystast við norðurmakedónar.

Hópurin

Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre (Danmark)

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Andrias Edmundsson, Sunderland FC (Ongland)

Ólavur Niclasen, KÍ

Andri Benjaminsen, NSÍ

Jákup B. Andreasen, KÍ

Lukas Grenaa Giessing, AB

Petur Knudsen, NSÍ

Daniel Johansen, HB

Hugin Samuelsen, B36

Magnus Holm Jacobsen, B36

Stefan Radosavljevic, B36

Pætur Petersen, HB

Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (Danmark)

Hannes Agnarsson, B36

Adrian Justinussen, HB

Steffan Løkin, EB/Streymur