U19-menn til Generation Handball

ítróttur02-08-2017 - 21:56 - Jóanis Albert Nielsen

Føroyska U19-landsliðið hjá monnum luttekur í hesum døgum summarkapping í Viborg, sum nevnist Generation Handball. Eftir at aldursmarkið til European Open varð broytt frá U19 til U17, hevur verið leitað eftir einari nýggjari avbjóðing til hendan aldursbólkin og fall valið á hesa kappingina.

Føroyska liðið hevur vunnið seg víðari í A-endaspælið eftir tveir sigrar og tveir javnleikir.
Florø SK Håndbold (NO) – Føroyar 12-18
Føroyar – Skive FH (DK) 17-15
Føroyar – Cheng Yuan High School (THA) 18-18
Storhamar Håndbold – Føroyar 14-14

Úrslit og skráin fyri A-endaspælið sæsther