U19-menn taptu finaluna

ítróttur05-08-2017 - 12:32 - Jóanis Albert Nielsen

Føroysku U19-menninir vóru ósigraðir undan finaluni í Generation Handball í Viborg. Hetta helt tó ikki móti stóra og kenda danska felagnum Bjerringbro-Silkeborg, sum vann 16-12 eftir hálvleiksstøðuna 7-6.

Dysturin gekk javnt á í fyrra hálvleiki, men brendu okkara heldur nógvar møguleikar. Ongin ivi var um, at danska liðið hevði ein sera evnaríkan málverja. Okkara hildu áfram at brenna í seinna hálvleiki og vann BSV seg upp á 13-7 og tá var dysturin longu avgjørdur og gjørdist ongantíð spennandi. Føroyska liðið hevur tó havt eina sera góða og gevandi kapping og hava spælt fleiri góðar og tættar dystir.