Í døgunum 13. til 20. november skal føroyska U19-landsliðið við dreingjum spæla EM-undankapping í Køge í Danmark - Mynd: www.FSF.fo.

U19-landsliðið við dreingjum úttikið

ítróttur02-11-2019 - 18:31 - Jóanis Nielsen

Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 13. til 20. november skal spæla EM-undankapping í Danmark.

Sterk mótstøða bíðar føroyska U19-landsliðnum við dreingjum, sum í døgunum 13. til 20. november skal spæla EM-undankapping í Køge í Danmark.

Talan er um bólk 8, og umframt Føroyar og Danmark, eru Frakland og Finnland eisini í kappingini.

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U19-dreingjunum, og hann hevur nú sett navn á teir 18, ið eru úttiknir til EM-undankappingina. Trettan spælarar hava sína dagligu gongd í føroyskum fótbólti, meðan fimm spæla í donskum feløgum.

Hópurin

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Andreas Jansson Thomsen, B36

Børge Petersen, KÍ

Ári Arge, OB (Danmark)

Alexander Ólavsson Jensen, B68

Elias El Moustage, Thisted (Danmark)

Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

Símun Sólheim, HB

Leivur Fossdal Guttesen, SønderjyskE (Danmark)

Jonn Johannesen, KÍ

Jóhann Hansson Joensen, B36

Peter Bergman Hansen, OB (Danmark)

Tórur Franksson Joensen, HB

Meinhard Debes Geyti, NSÍ

Boah Hans Mneney, Víkingur

Gundur Ellingsgaard Petersen, ÍF

Dánjal Reginsson, HB

Bárður Ólavsson Jensen, B68

Skráin

13. november Frakland – Føroyar (kl. 14:30 dk. tíð / Køge Stadion)

16. november Danmark – Føroyar (kl. 18:00 dk. tíð / Køge Stadion)

19. november Føroyar – Finnland (kl. 14:00 dk. tíð / Frederiksberg Idrætspark)