Magnus Holm Jacobsen, sum her sæst í dysti fyri U17-landsliðið, er ímillum teir 18, sum Jógvan Martin Olsen hevur úttikið til U19-landsliðið - Mynd: Hans Erik Danielsen

U19-landsliðið við dreingjum úttikið

ítróttur19-05-2017 - 16:33 - Jóanis Nielsen

- Eg kenni ikki so nógv til Luksemborg, men eg rokni við at vit kunnu geva teimum ordiliga móstøðu, og vit fara sjálvandi eftir at vinna báðar dystirnar, sigur Jógvan Martin Olsen, ið nú stendur á odda fyri føroyska U19-landsliðnum við dreingjum.

Í døgunum 6. og 8. juni skal føroyska U19-landsliðið við dreingjum spæla tveir venjingardystir á útivølli ímóti Luksemborg. Dystirnir verða spældir á Stade de Municipal í býnum Rumelange.

Nógv teir flestu dreingirnir, ið eru partur av U19-landsliðnum, spæla í EFFO-deildini, í 1. deild og og í kappingini fyri Dreingir U18. Tað er tí ikki bara sum at siga tað, at samla hópin til fyrireikingar og venjing, tí landsliðsspælararnir eru nógv upptiknir í feløgunum.

- Vit hava fyrireikað okkum so væl sum tilber, sjálvt um tað er avbjóðandi at fáa spælararnar til landsliðsvenjing. Higartil hava fýra úttøkuvenjingar verið á skránni, men endaligi hópurin hevur framvegis ongantíð vant saman. Tað kemur tískil væl við, at vit nú fáa tveir venjingardystir, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Teir 18, ið eru úttiknir til venjingardystirnar ímóti Luksemborg, eru hesir:

Mathias H. Lamhauge, HB

Rói Mørk Hentze, B36

Arnbjørn S. Olsen, Víkingur

Petur í Túni Petersen, Víkingur

Andri Benjaminsen, NSÍ

Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ

Andrias Edmundsson, B68

Hugin Samuelsen, B36

Magnus Holm Jacobsen, B36

Mourits Heini Mortensen, NSÍ

Stefan Radosavljevic, TB/FCS/Royn

Aron Knudsen, NSÍ

Gilli Samuelsen, B36

Tórur Jacobsen, KÍ

Tonni Joensen, Víkingur

Aksel Bjartalíð Danielsen, KÍ

Hannes Agnarsson, B36

Hans Jákup Anfinnsson, HB

Ferðalagið fer úr Vágum sunnudagin 4. juni, og verður heima aftur í Føroyum fríggjadagin 9. juni.

Í november mánað skal U19-landsliðið til innleiðandi EM-undankapping í Bulgaria. Umframt Føroyar og vertslandið, vera Ísland og Ongland eisini við í kappingini.