Týska liðið vann hálvfinaluna á føroyingum.

U18-menn: Taptu ímóti Týsklandi 35-39 (19-16)

ítróttur29-12-2019 - 15:02 - Jóanis Nielsen

Taptu fyri Týsklandi 35-39 (19-16).

HSF:

Hóast okkara kempaðu manniliga so vóru U18-menninir ov stuttir móti Týsklandi. Úrslitið gjørdist 39-35 til Týsklands.

Tað hevði stóra ávirkan á føroyska verjuspælið, at Victor Gaini fekk reytt kort seint í fyrra hálvleiki eftir tríggjar útvísingar og hevði verjan trupult við at steðga týsku skjúttunum eftir hetta.

Liðini fylgdust tó líka til 10 minuttir vóru eftir, men tá mistu okkara tíverri. Føroyar skal spæla um triðja plássið í kappingini í kvøld kl. 17.30 móti Hvítarusslandi. Finalan verður millum Ísland og Týskland.