U18 kvinnurnar taptu 32-24 ímóti Íslandi

ítróttur01-08-2020 - 20:01 - Jóanis Nielsen

Føroysku U18-kvinnurnar taptu greitt 32-24 fyri Íslandi. Tað var serliga í fyrra hálvleiki at tað gekk og strilti og vóru alt ov nógvar villur. Hálvleiksstøðan var 17-9.

Føroyska liðið spældi væl betri í seinna hálvleiki og vann seg inn aftur 17-20, áðrenn tær aftur dragnaðu í seinnu helvt av seinna hálvleiki.

Liðini hittast aftur í morgin kl. 18.00 í Høllini á Hálsi.