U17-menn: Vundu burturúr Noreg

ítróttur01-07-2019 - 18:33 -

HSF: Føroyska U17-landsliðið hjá monnum vann í dag ein flottan 32-22 sigur á mætu hondbóltstjóðini Noreg, hálvleiksstøðan var 20-8.

Tað var eitt sera væl hugsavnað føroyskt lið, sum legði sera væl fyri í dystinum og legði seg á odda 5-0 beinanvegin. Verjan stóð sera flytfør og stinn og vóru okkara vandamiklir á øllum plássum í álopinum. Hálvleiksstøðan var heili 20-8 til Føroyar.

Føroyska liðið helt áfram í seinna hálvleiki og megnaðu norðmenn aldrin at toga seg inn á okkara. Leiðslan lá um góð 10 mál allan seinna hálvleik og fingu venjararnir eisini skift væl út. Føroyska liðið sýndu sum heild góða breidd og er hetta týdnignarmikið í einari kapping, sum European Open, har dystarskráin er tøtt. Føroyska liðið møtir Spania seinni í dag, kl. 17.15. FM1 sigur frá dystinum og verður hann eisini stroymdur á EHFtv.com.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11
Ragnar Karlsson 7
Pauli Mittún 4
Janus Dam Djurhuus 4
Rói Ellefsen á Skipagøtu 3
Sveinur Olafsson 2
Viktor Gaini 1