Í døgunum 28. juli til 6. august fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum til árligu NM-kappingina, sum í ár verður í Íslandi

U17-landsliðið til NM úttikið

ítróttur30-06-2017 - 12:28 - Jóanis Nielsen

Thomas Thinggaard, U17-landsliðsvenjari hjá dreingjum, hevur úttikið hópin, sum frá 28. juli til 6. august skal til NM-kapping í Íslandi.

- Hetta er ein sterkur hópur, sum vit fara avstað við, og tað sæst serliga aftur í teimum góðu spælarum, sum ikki eru úttiknir, sigur Thomas Thinggaard, landsliðsvenjari.

Frá 28. juli til 6. august fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum til Íslands, har árliga Norðurlandameistarakappingin verður á skránni. Nakrar úttøkuvenjingar hava verið, og seinasti liður í fyrireikingunum til NM verður venjingarlega í Klaksvík 21. til 23. juli.

Teir 18, ið eru úttiknir til NM, eru hesir

Peter Bergmann Hansen, OB (DEN)

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Sámal Jákup Jóhannusarson, B36

Petur Ovi Hjaltalin Dam, HB

Regin Í Geil Jacobsen, HB

Meinhard Debes Geyti, NSÍ

Sveinur Lava Olsen, HB

Bárður Ólavsson Jensen, B68

Gundur Ellingsgaard Petersen, Valur (IS)

Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ

Elias El Moustage, AaB (DEN)

Símun Sólheim, HB

Pætur Eliasen, B36

Áki Hentze, B36

Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN)

Aleksandur Ólavsson Jensen, B68

Jóhann Hansson Joensen, B36

Leivur Fossdal Guttesen, HB

- Málið er, at allir spælararnir eru blivnir betri tekniskt, taktiskt og mentalt, tá vit koma aftur – og so fara vit sjálvandi eftir at vinna kappingina, sigur Thomas Thinggaard við heimasíðuna hjá FSF