U17-kvinnur: Pólland alt ov sterkt

ítróttur01-08-2017 - 23:53 - Jóanis Albert Nielsen

Mótstøðan hjá U17-kvinnunum í dag var sera sterk. Úrslitið av dystinum móti Póllandi gjørdist 32-17 til Póllands, eftir 17-6 í hálvleikinum. Leikferðin var høg báðar vegir at byrja við, men polsku kvinnurnar vístu beinanvegin, at tær vóru stinnari og komu framum 4-0. Føroyska skoringprosentið var eins og í gjár ov lágt. Í gjár skoraðu okkara uppá 49% av skotunum og í dag uppá 44% av skotunum. Hetta er oftast ov lágt til at vinna dystir. Seinni hálvleikur var heldur frægari hjá okkara, men mótstøðan í dag var snøgt sagt nógv betri enn okkara og spæla polsku kvinnurnar heilt vist um ovastu plássini í kappinini.

Í morgin klokkan 14 spæla føroysku U17-kvinnurnar triðja dystin í kappingini, sum verður ímóti Grikkalandi, og hann kann stroymast:http://www.ehftv.com/int/livestream/greece-faroe-islands

Málverjin hjá føroyum Beinta R. Dam gjørdi tað, hóast stórtapið, væl í málinum og var hon kosin besti føroyski spælarin í dystinum.

Málskjúttar:
Maria Halsdóttir Weyhe 4
Ingibjørg Olsen 3
Ró Tova Nielsen 3
Marita Mortensen 2
Hjørdis Viðstein 1
Lea Djurhuus 1
Karina Berg Høgnesen 1
Sólbjørt Høj 1
Eva Barba Arge 1