Føroyska U17-liðið, sum byrjaði á vøllinum í málleysa javnleikinum ímóti Kýpros - Mynd: Hans Erik Danielsen.

U17: Javnleik ímóti Kýpros

ítróttur17-03-2017 - 21:13 - Jóanis Nielsen

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum spældi fríggjadagin javnleik 0-0 ímóti Kýpros. Úrslitið hevur við sær, at Føroyar framvegis hava møguleikan at spæla seg til EM-endaspælið í summar.

Fríggjadagin spældi føroyska U17-landsliðið við dreingjum næsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld á Kýpros. Dysturin var ímóti kýpriotisku vertunum, og úrslitið gjørdist javnleikur 0-0.

Talan var annars um ein javnan dyst, við fáum málmøguleikum til báðar partar. Gamaní høvdu kýpriotar bóltin nakað meir, men veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð, og tá spentur støður høvdu hug at taka seg upp, stóð føroyska verjan mannilig fyri.

Tá fáir minuttir vóru eftir at spæla, var kortini nær við, at Føroyar fóru avstað við øllum. Stefan Radosavljevic kom at standa væl fyri í brotsteiginum hjá kýptiotum, men tíverri fór skotið hjá unga tvøramanninum omanfyri málið.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Írland 1-0 á Slovakia. Úrslitini hava við sær, at um Føroyar vinna á Slovakia í seinasta dystinum, samstundis sum írland ikki tapur ímóti Kýpros, so er stórur møguleiki fyri, at føroyska U17-landsliðið fer víðari til EM-endaspælið, sum verður í Kroatia í summar.

Støðan, áðrenn seinasta umfar

Írland 6 stig

Slovakia 3 stig

Kýpros 1 stig

Føroyar 1 stig

Fleiri myndir frá dystinum kunnu síggjast her:U17 Dreingir / Kýpros - Føroyar 0-0

Triðja og seinasta umfar í kappingini verður spælt mánadagin 20. mars, klokkan 13:00 (føroyska tíð). Tá hittast Slovakia og Føroyar, og Kýpros og Írland. Vinnarin í bólkinum fer beinleiðis víðari til EM-endaspælið, og harafturat sleppa sjey teir bestu 2’ararnir í teimum átta bólkunum, sum eru í næstu innleiðandi kappingini, eisini við til endaspælið.