U17 - Innbjóðing til úttøkuvenjing

ítróttur20-05-2020 - 09:37 - Jóanis Nielsen

Í oktober mánaði verður, um alt gongur sum tað skal, NEVZA kapping fyri U17 gentur og dreingir. Kappingin veður í Ikast í Danmark í oktober 2020. Fyrireikingarnar hjá gentunum byrja hósdagin 21. mai.


Nærri kunning um dreingirnar kemur seinni.


U17 Gentur:

Vit fara nú undir at fyrireika okkum til hesa kapping og bjóða tí øllum leikarum, sum eru føddir í 2003 ella seinni til úttøkuvenjing í Stórhøll á Hálsi í Havn:

• Hósdagin 21. mai kl. 14 - 16
• Fríggjadagin 22. mai kl. 18-20
• Leygardagin 23. mai 13-15

Venjari verður Romica Øster.

Aftaná hesar venjingar verður ein bruttohópur úttikin. Tað er tí av alstórum týdningi, at allir leikarar møta til hesar venjingar. Um leikari ætlar at luttaka og ikki kann møta, skulu boð sendast á Messenger til Romica Øster.

Vit fara at heita á feløgini um at senda teir leikarar, sum tit meta hava møguleika, at gera seg galdandi á U17 landsliðinum. Vit vænta, at tit úti í feløgunum kenna leikararnar allarbest, og tí vita tit best, hvørjir leikarar eiga at luttaka. Vit ynskja at síggja flest møguligar leikarar, fyri at úttaka ein so sterkan hóp sum til ber.

Vit gleða okkum at síggja nógvar gentur í høllini hósdagin😊

Vinaliga

FBF