Tyrlan verið eftir manni umborð á Trónda í Gøtu

21-10-2018 - 15:52 - Jóanis Albert Nielsen
Í morgun fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein maður á Trónda í Gøtu var blivin sjúkur, og mátti flytast á Landssjúkrahúsið.

MRCC sendi boð eftir tyrluni hjá Atlantic Airways, sum fór úr Vágum klokkan 10:48, og setti kós til Trónda í Gøtu, sum tá var staddur 160 fjórðingar úr Havnini verður upplýst av MRCC støðini.

Tróndur setti kós móti Føroyum, og tá ið tyrlan kom til Trónda í Gøtu var hann staddur 150 fj. úr Havnini. Tað rullaði illa og var nógvur vindur úti á sildafeltinum, men hóast tað gekk tað væl at fáa mannin umborð á bjargingartyrluni.

Tyrlan setti seg við Landssjúkrahúsið um 13:30 tíðina.