Tyrlan flutti útróðrarmann av Norðhavinum á Landssjúkrahúsið

20-03-2017 - 16:42 - Jóanis Nielsen

 Eftir middag í dag vóru boð eftir bjargingartyrluni. Tað var ein bátur, sum var ávegis inn til Eiðis, báturin hevði verið til útróðrar á Norðhavinum, tað vóru tveir mans við bátinum, annar maðurin bleiv illa fyri og tí varð sent boð eftir bjargingartyrluni. Tað gekk skjótt hjá tyrluni at koma á staðið og fáa mannin í tyrluna, tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið kl. 13,47.

Vit vita ikki hvussu støðan er nú.