Tyrlan var eftir einum skaddum manni í gjár

07-08-2018 - 08:10 - Jóanis Albert Nielsen
Klokkan 21:25 í gjárskvøldið fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein maður var blivin skaddur á Kirkju.

Boð vóru send eftir bjargingartyrluni at fara til Kirkju eftir skadda manninum. Tyrlan lendi á Kirkju klokkan 22:02. Klokkan 22:25 var maðurin komin á Landssjúkrahúsið.