Tyrlan var eftir einum sjúklingi, sum síðani var flogin til Danmarkar

12-11-2017 - 10:01 - Jóanis Albert Nielsen
Í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at í Suðuroynni var ein sjúklingur, sum tyrlan mátti koma eftir. 

Tyrlan fór úr Vágum klokkan 06:40, og lendi í Froðba klokkan 07:03. Har sjúklingurin var fingin umborð á tyrluna. Tyrlan setti síðani kós til Vágar, og ikki til Havnar, sum hon vanliga ger tá ið hon flytir sjúklingar. Tí sjúklingurin bleyv í skundi fluttur niður til Danmarkar við RC450 í morgun.

Les eisini: Lív flutti ein sjúkling í nátt.