Tyrlan var eftir einum manni umborð á Polarhav

top11-01-2018 - 16:51 - Jóanis Albert Nielsen

Í nátt klokkan 02:17 fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein maður var blivin illa fyri umborð á Polarhav, skipið var tá statt 60 fj. í ein landnyring úr Føroyum upplýsir vakthavandi á MRCC støðini fyri jn.fo.

Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum fór eftir manninum, og vakthavandi á MRCC støðini sigur, at veðrið var gott á leiðini, og tað gekk væl at fáa mannin umborð á tyrluna. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið um 4 tíðina í nátt.