Tyrlan var eftir einari kvinnu

top22-05-2020 - 08:45 - Jóanis Albert Nielsen

Klokkan 21:24 í gjárskvøldi fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein kvinna var blivin illa fyri nærhendis Tjørnuvíkarskarð.

Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum var skjót á staði. Tyrlan tók kvinnuna umborð, og flutti hana á Landssjúkrahúsið. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið beint eftir klokkan 22.