Tyrlan hevði ein sjúkraflutning í gjár

11-10-2017 - 08:00 - Jóanis Albert Nielsen
Seinnapartin í gjár klokkan 17:30 fekk MRCC støðin í Havn, eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt eitt fólk av Sandoynni, og á Landssjúkrahúsið.

MRCC sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Skopun góðar 20. min. seinni. Har hon tók persónin umborð, og setti kós móti Havnini. Tyrlan lendi við landssjúkrahúsið klokkan 17:57.