Tyrlan gjørdi ein sjúkraflutning í gjár

29-05-2020 - 07:21 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjárskvøldi klokkan 19 fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Suðuroynni og norð á Landssjúkrahúsið.

Boð blivu send eftir tyrluni hjá Atlantic Airways, tyrlan setti kós av flogvøllinum móti Froðba og var hon í Froðba um 20 tíðina, har hon tók persónin umborð.

Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið um 20:15 tíðina.